Hvussu arbeiði eg?

Einstaklingsviðgerð og persónlig menning

Eg nýti ymiskar hættir alt eftir trupulleikanum, ið tú hevur, og hvussu tú ert. Tað týdningarmesta er, at tú kennir teg trygga/n, ert før/ur fyri at vera opin og fyri at lata teg beina hagar, ið tú ynskir at vera í lívinum.

Fyrst fært tú 3 síður at fylla út við praktiskum upplýsingum, t.d. adressu og telefonnummar, og aðrar upplýsingar, sum kunnu geva mær yvirlit yvir tína støðu.
Síðan verða nakrar sessiónir, 2-4 nýttar til, at tú greiðir mær nágreiniliga frá trupulleikanum, meðan vit byggja álit. Eisini fært tú amboð at royna heima.

Eg arbeiði sum oftast við fyrigeving á ein ella annan hátt. Fyrst royni eg at finna fram til, hvar tørvur er á fyrigeving. Tá ið tú ert vorðin klár/ur at fyrigeva, ber til at finna tankabroyting og forloysing til frið í tonkunum. So kanna vit aftur og føla eftir um tað er ein annar vinkul ella um okkurt situr djypri. Og síðan verður arbeitt við tí. Í terapi verður sum heild altíð arbeitt við at góðtaka eina støðu, hending ella annað. Hetta er í veruleikanum ein formur fyri fyrigeving ella tað at sleppa pínuni. Ofta kemur tú hagar tá ið tú fyrst hevur vent og snarað øllum, aðrar tíðir kanst tú fyrst velja at sleppa og síðan arbeiða við ymiskum frameftir, t.e. nýggjar vanar. Vit fyrigeva, tá ið tú ert klár/ur. Gransking vísir, at tað gevur positiv úrslit, tá ið fólk fyrigeva.

Eg nýti eina blanding av nógvum sløgum av terapi í samtalunum: Freud, Erikson, Adler, Gottman o.a. Tey sløg av terapi, sum eg havi sett meg mest inní, eru: “emotion focused couples therapy”, “cognitive therapy”, “Gestalt”, “Narrative Therapy”, “Biblical counseling”, “Sozo” o.a.

Til trauma og djúp sár velji eg ofta at brúka visualisering, har tú minnist hendingar, og broytir minnini, so tú upplivir troyst, verju ella annað, sum tørvur er á í støðuni. Eisini arbeiði eg við at finna og broyta negativar niðurstøður til positivar orðingar.

Stórur dentur verður lagdur á at síggja tað positiva í tær, ella hvussu okkurt negativt kann vendast til nakað positivt.

 

 

Parterapi

Tað eru ymiskar orsakir til, at pør koma í parterapi. Sum oftast snýr tað seg um at bøta um samskiftið: at duga at bera um umbering, at hoyra eina ákæru, at endurgeva eina ákæru rætt og væl, at halda seg til eitt evni í senn, at finna loysnir, so at báðir partar vinna.

Týdningarmikið er, at báðir partar kenna, at teir verða javnt hoyrdir og virdir undir samrøðunum. Stundum ber til at taka annan partin til einstakligssamrøðu, og síðan hin partin. Pør, sum eru flutt hvør frá øðrum er best, at síggja hvør sær í fyrstu atløgu.

 

Bólkar

Til ber at leiða bólkar. Evnini kunnu t.d. vera ótti, tunglyndi, fyrigeving, sjálvhjálp, trauma, harðskapur, parterapi o.a.m. Hetta kann gerast á viðtalsrúminum ella í tykkara hølum. Ring og hoyr nærri.

 

Fyrilestrar

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við meg, um tit leita eftir fyrilesara.