X

Fyrigeving

Orsakir til, at vit ikki fyrigeva:

  1. Brotið var ov stórt
  2. Hann/hon angrar ikki veruliga
  3. Tey fara at gera tað aftur
  4. Tey áttu at komið til mín
  5. Mær dámar ikki viðkomandi
  6. Eg kann fyrigeva, men ikki gloyma
  7. Mínar kenslur fyrigeva ikki
  8. Um eg fyrigevi, má eg fara væl við viðkomandi
  9. Onkur má revsa viðkomandi
  10. Hann/hon gjørdi tað við vilja

 

Fyrigeving er ikki:

  1. Góðkenning
  2. At taka ábyrgd og skuld burtur
  3. At gloyma
  4. At siga, at tað hevði einki upp á seg
  5. At líta óavmarkað á viðkomandi
  6. At gevast at vamlast við hendingina
  7. Tollyndi
  8. Ikki at kenna pínu longur
  9. At tað gjørda ongar avleiðingar fær
  10. At Gud heldur tað vera í lagi
  11. At tú ikki kanst siga tað við viðkomandi, at tú ert ill/ur
  12. At lata, sum um einki er hent
  13. At fáa innarligt samband aftur
  14. At vera fair ella at hava rætt ella skeivt

 

Fyrigeving er:

  1. At viðurkenna tað skeiva og tann veruleika, at onkur hevur syndað ímóti tær
  2. Eitt val, ikki ein kensla
  3. At sleppa syndaranum, sjálvt um tú ert særd/ur. Tey skylda mær einki longur.
  4. At geva viðkomandi yvir til Gud

 

Vers um fyrigeving: Lukas 17:3 Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum!

Vit eru enn særd aftan á fyrigeving. Tað nýggja álitið kann byggjast upp spakuliga eftir fyrigeving. Men um tað var eitt ringt samband, har fleiri sár koma, so eiga vit møguliga við góðari samvitsku at halda okkum burtur.
Hjún kunnu læra ikki at tosa longur um sakina, eftir at hon er afturlatin.
Vit kunnu vísa fyrigeving við positivum gerðum, og tað fær kenslurnar at fylgja við.

Eg fyrigevi, men kenslurnar fylgja ikki við. Hvat geri eg nú?

At fyrigeva einum, at hann ella hon skapti hesa ella hasa kensluna í tær, og/ella at viðkomandi ikki gjørdi sína uppgávu at vera har positivt fyri teg, tí tey onkursvegna ikki megnaðu tað — tað røkkur ofta inn á hetta økið.