Trauma

Trauma verður lýst sum ein hending í lívinum, har tú føldi títt lív, var í vága t.d. vanlukkur ella kynsligur/sexuellur ágangur. Eftirvirkningarnar av trauma eru nógvar. Serliga er tað ótti og “flash backs” ella minnir sum fløga inn, spontant, tá man ikki vil minnast. Hetta kann fáa stóra ávirkan á øll viðurskiftir í lívinum og til sambandið við onnur menniskju. Av og á kann ein merkja persónssplit/sinniskloyvan vegna trauma. Hetta kann vera í meira ella minni grad. Trauma gongur ofta útyvir svøvnin og gleðina í lívinum. Hetta kann føra depressión við sær.

Viðgerð fyri trauma stendur av at ímynda sær hendingina aftur, men hesaferð við Jesus í hendingini. Um ein ikki vil síggja Jesus so ber til at ímynda sær eina ljósa heita veru, sum verjir og troystar. Um personligheitsspilt/sinniskloyvan er íkomið ber til at føra allar partarnar saman til Jesus. Hetta ber bara til við Jesus. Aðrir terapiformar kunnu fáa splittaðu partarnar at arbeiða saman, men “Sozo” fær splitti púra burtur. Hetta merkir at tað upplivist púra stilt í høvdinum aftaná, og persónurin merkir sera stóra broyting í síni persónligheit aftaná. Tað ber væl til at brúka “Sozo” og Jesus við í at arbeiða við minnum, uttan at ein hevur eina persónliga trúgv. Sozo er ein blanding av ymiskum Kristnum terapiformum m.a. theophositics. Tað minnir eitt sindur um terapiformin, sum eitur “guided imageri”.

At liva við trauma er sera hart og altávirkandi. Tí er sera sera gott at fáa hjálp til at koma burtur úr hesum.