Sjálvmenning

SjálvmenningSjálvmenning er nakað vit sjálvi gera konstant. Vit vaksa, vit læra, vit búnast. Gransking vísir at fólk sum eru villig til at læra liva longur og føla seg yngri. Eisini vísir gransking at fólk sum ynskja at eydnast í onkrum tey fara undir at gera, hava størri møguleika til tess, um tey hava ein vegleiðara. Eisini sæst hetta sama við børnum í skúlanum: tey klára seg betur um ein vaksin hjálpir teimum við skúlatingum. Tá ein leggur vanar um, ella vil mennast sum persónur er eisini gott at vera í terapi og tosa tingini í gjøgnum. Fleiri merkja at lívi kann vera hart til tíðir ella tað tykist tungt at flyta seg víðari. Tá er eisini sera gott at vera í terapi og merkja stuðul til at koma víðari.