Parterapi

Parterapi er altíð gott. Ikki er fyri neyðini at hava trupulleikar, fyri at fáa gagn av tí. Kanningar vísa at tað er serliga gott fyri pør at fáa parterapi áðrenn hjúnaband. Hetta fyri at læra seg at loysa ósemjur væl, kommunikera væl, tosa um hvat ein væntar av hjúnabandinum, og at møta hvørs annars tørvir. Pør sum fáa parterapi áðrenn hjúnaband vísa seg at fáa minni trupulleikar seinni, og at duga betur at loysa teir, sum teir stinga seg upp. Parterapi áðrenn hjúnaband gevur eisini møguleika at avprøva um viðkomandi hóskar seg væl at giftast við.

Vit koma úr tveimum ymiskum familjum við ymiskum háttum at loysa trupulleikar. Hetta merkist aftur í hjúnabandinum. Tá so tvey menniskju koma saman vera tey kroyst til at finna eina felagsloysn sum passar teimum.

Eg havi eitt skeið, kallað Prepare and Enrich, har pørini fylla spurningar út á netinum, og teldan, so gevur hugskot um økið partarnir kunnu styrkja sítt forhold á. Hetta vísir seg at raka sera rætt og venjingarnar eru sera viðkomandi.

Eisini havi eg eitt annað skeið: The Marriage Course. Sum er sera væl hóskandi til størri bólkar av parterapi. Fyrimunurin við størri bólkum er at pørini tosa bara við hvønn annan um økir tey ynskja framgongd og ikki við terapeutin. Um tey ynskja at tosa við terapeutin, kann hetta altíð fyriskipast. Hetta er eisini eitt sera gott skeið.

Eg havi tikið 6 fak um familjuterapi, parterapi, pre-marriage terapi og sexterapi. Eisini havi eg tikið fak um trauma og harðskap. So eg havi nógvar førleikar at arbeiða við tí sum ein kann møta í parterapi.

Veit ikki um annan terapeut í Føroyum, sum hevur so nógv fak innan júst hetta øki. Harafturat havi lisið um sálarsjúkur, menniskja typur, ungdóm, bólkaarbeiði. Alt hetta er eisini til fyrimuns í parterapi.

Miðdepilin í parterapii er positivt samskiftið. Modelli fyri at loysa ósemjur eru algildugt og sera einfalt at læra.