Depressión er ein sinnisstandur merktur av symptomum av stórari ólukkuligheit, og mistan áhuga og gleði til vanligar aktivitetir, skuldarkenslu og vónloysi. Ofta svevur ein ov leingi ella ov lítið hesa tíðina. Manglandi matarlystur ella ov stórur matarlystur kann eisini koma fyri. Depressión kann avtaka av sær sjálvum ella versna. Hjá summum varar hetta í longri tíð og gerst so torført at tey gerast seingjarliggjandi. Diagnosan depressión kann ein fáa tá tilstandurin ávirkar alt í gerandisdegnum og er áhaldandi.
Depressión er ein samanflættaður tilstandur sum ofta inniber ótta/angist, skuldarkenslu, vreiði, vónloysi, undirlutakenslu, bitturheit, sorg og annað. Orsøkirnar hví fólk fáa tunglyndi eru nógvar, tí tekur tað tíð í terapi at greina út hvat kemur av hvørjum.
Ráðini til depressión eru nógv eins væl og amboðini, man kann brúka til at fáa tað betur. Nøkur ting sum sigast at hjálpa eru: rørsla, kropsvenjingar, frísk luft, D-vitamin og aðrar vitaminir, sunnur kostur, fyrigeving av sjálvum og øðrum, strangar rútmur rundan um svøvnin, rútmur, positivt samfelag við onnur menniskju, okkurt at upptaka gerandisdagin við, at gera tey tingini sum liggja á láni, brúka tíð uppá tað man dámdi fyrr, forkela seg sjálvan, fysioterapi, positiva berøring, loysa sínar trupulleikar, handfara sorgina, leggja planir frameftir, gleða onnur, og fanga negativar tankar og venda teimum til vón og at góðtaka tað sum ikki kann broytast. Av og á er neyðugt at gera stórar lívsbroytingar, t.d. skifta arbeið og annað. Eisini er neyðugt at leggja av vanar sum økja um trupulleikan. Hetta kann t.d. vera ting sum ein brúkar at troysta seg við. Onkur av teimum tingunum tykjast at hjálpa fyribils, men gera í veruleikanum trupulleikan størri sum frá líður. Dømir um hetta kann vera ov nógv tíð í teldu, alkohol misbrúk og nógv annað.
Symptomir uppá depressión kunnu eisini líkjast sera nógv øðrum trupulleikum, tí er týdningarmikli at fáa eina blóðroynd frá læknanum áðrenn ein velur at fara í terapi. Hetta kann t.d. vera bipolar, sukursjúka, kronisk troyttheit, skjaldkertil, ella jarn-, magnesium-, D-vitamin- mangul.