Angist er ein tann mest vanligi trupulleikin fólk stríðast við. Tó er ymiskt hvat gevur angist og í hvønn mun. Symptomir eru millum annað at føla í hondum og fótum, í vøddunum, í hjartanum, tarmunum, rundan um munnin og eyguni. Vøddarnir spennast, hjarta slær títtari, og andadrátturin gerst grynri. Í summum tilfeldum gerst hetta so ringt at ein heldur at hann/hon hevur fingið ein hjartatilburð, hóast hetta er eitt panikanfall.
Angist útloysist av ymiskum: einum minni, einari ókendari/ella kendari støðu, ella einum tanka. At stríðast við angist merkir at persónurin metir seg at vera ov ofta í einum angist tilstandi. Summi merkja eisini at tey konstant eru í angist.
Kroppurin er gjørdur til at arbeiða harðari í einum neyðstilfeldið fyri at kunna flýggja vanda ella at verja seg og síni. Tað eru nógvar søgur um menniskju sum hava útført brøgd tey ikki høvdu kunna gjørt uttanfyri ein angist tilstand. Tó orkar kroppurin ikki at vera soleiðis leingi og streingist heilsuliga av tí. Hetta kann taka frá konsentratiónini, innlæringini, matupptøkuni, svøvninum og gera góðskuna minni á ymiskum lívsøkjum. Ofta er høvdið fult av ótryggum tonkum og kenslum.
Av tí at ótti í ymiskum formum er ein tann mest vanligi trupulleikin fólk stríðast við, sæst eisini aftur at flest allir terapi formar siga seg hava eitt svar, hvussu terapeuturin kann arbeiða at hjálpa tær við ótta. Hetta ger eisini at man í terapi kann royna ymiskt og finna tann háttin ið hóskar best til tín.
Ein tann mest brúkti hátturin er at anda djúpt og seint, soleiðis at hjarta slakkar av og vøddarnir gevast at spenna. Onnur læra seg at hugsa um okkurt annað sum kann upptaka tey, men onnur royna at arbeiða við individuellum tonkum/støðum, sum eru ræðandi. Ein ræðandi hending ella trauma, er ofta týdningarmikil at arbeiða við, m.a. við at tosa um tað.
At arbeiða við angist inniber m.a. vit ein noyðist at hyggja eftir, hvat skapir angist, hví, og hvussu kann man gera trupulleikan minni. Hetta kann tykjast ræðandi og annaleiðis. Kanska eitt sindur sum at fara í álop heldur enn at flýggja. Her er tað alneyðugt at terapeuturin og klienturin hava álit, og arbeiða væl saman og at klienturin kennir seg tryggan í tilgongdini.