Fleiri fólk koma til mín, tí tey leita eftir einum kristnum terapeuti. Ein kann spyrja: hvat er tað sum ger, at summi ikki kunnu tosa við ein og hvønn, sálarviðgera? Hvat ger kristna trúgvin við okkum, sum vit ræðast at deila? Svarið er einkult: summi óttast at blíva innløgd á sinnissjúkrahús, tá tey deila fult út, hvussu tey uppliva andaligu verðina og at kommunikera við skaparan av alheiminum. Men ikki minst tá tey forklára, um hvussu tey uppliva forfylging av ónda andaliga heiminum. Ok hvat heilt konkret uppliva fólk? Hetta er sera ymiskt. Fólk eru individuell, hvussu tey uppliva Gud og kommunikera við hann. Ofta tað fólk ynskja at sleppa at siga við meg er, at tá tey høvdu tað ringast sálarliga merktu tey Gud tosa við seg. Antin eitt vers kom til tey, ella tey merktu eina heita nærveru, ella tey høvdu ein dreym ella tey hoyrdu eina rødd,...
Author Archives: Bjarta Petersen
Kommunikatión uttan konflikt í parlagnum
Nógv menniskju sum føla seg álopin leypa automatiskt á aftur. Men, tey leypa ikki á trupulleikan, tey leypa á teg sum persón og tínar eginleikar. Eg kalli tað: samstarv við djevulin, sum er komin at stjala og oyðileggja. Fyrr plagdi eg altíð at lurta eftir kritikki, og halda hetta var gott, og Gud sum arbeiddi í mínum lívi at forma meg betur. Einaferð kritiseraði onkur, ið eg hevði virðing fyri, meg sundur og saman. Tá viðkomandi endiliga var farin, sat eg bara og ruraði og skalv aftaná. Eg føldi meg sum vemmiligasta menniskja á jørð. Eg fór í bøn til Gud, og spurdi um virkuliga stóð so illa til við mínari heilaggering, og um hann enn elskaði meg. Hann svaraði stillisliga at, tá hann vildi vaksa meg, valdi hann eitt øki, og arbeiddi miðvíst við tí, inntil eg var klár at takað næsta vakstrar stigi, so tók hann næsta evni....
Kraftin í fyrigeving
Ein klientur kom til mín við tunglyndi og angist. Viðkomandi var sjúkrameldaður frá arbeiðinum, og føldi seg fysiskt veikan í kroppinum. Læknin metti at fysisku árinini vóru psykisk og sendi hann til fysioterapi og sálarrøkt. Viðkomandi føldi seg avbyrgdan og stríddist við tankar um skaða á seg sjálvan og onnur. At síggja til var andliti kensluleyst og vónleyst. Komin at tosa meira um tingini bleiv greitt at viðkomandi hevði havt ein harðan uppvøkstur bæði heima við hús, í skúlanum og í ungdóminum. Vit arbeiddu við taluterapi, við tunglyndi og angist. Viðkomandi bleiv sendur til lækna at fáa heilivág, og víðari sendur til psykiatrisku deild til eina nágreiniligari meting. Hann royndi medisin í 2-4 vikur, men gavst, tí honum dámdi ikki, at hann ikki kendi seg sjálvan: allar kenslur blivu minni, bæði góðar og ringar. Klienturin gavst við medisininum og fekk hann eina ordiliga ringa viku, har alt var óvanliga tungt...
Upplæring til verju yvir okkara børn móti happing og kynsligum ágangi
Vit menniskju reagera ymiskt uppá vandar. Sálarfrøðin bólkar okkum í 3 ymiskar reaktiónir, tá vit gerast bangin: 1. Fight, 2. Flight, 3. Freeze. Á føroyskum: 1. Berjast, 2. Rýma, 3. Frysta. Berjast. Hetta merkir t.d. at vit svara aftur um onkur gongur okkum ov nær. Ella at vit sláa aftur tá vit vera sligin. Hetta kann eisini merkja, at vit sláa, tá vit føla okkum særd. Hetta er serliga tá vit eru smá børn. Hesin hátturin riggar ikki altíð og kann gera at fólk av ymiskum slag ynskja at vit skulu vera sligin. Eisini kann hesin mátin tykjast sárandi fyri onnur. Hetta kann hjálpa okkum at taka upp avbjóðingar, og vinna á teimum. Hesin kann gera okkum til happarar, men sanniliga eisini til tann, sum torir at steðga happing. Rýma. Hetta merkir, at vit rýma, tá okkurt er óbehagiligt. Nógvar kvinnur fortelja, at teirra maður rýmir, tá tær konfrontera teir....
Rós um útbúgvingina
Havi lisið í USA á Gordon Conwell Theological Seminary. Masters in Counseling. Universiteti bleiv m.a. grundlagt av Billy Graham. Skúlin lá ein tíma norðan fyri Boston. (Harvard lá tætt við). Stovnarin av “Counseling department” undirvísti á Harvard í 18 ár áðrenn kom til Gordon Conwell. Sjálv fekk eg bólka supervisión frá hesum professaranum. Hann ávirkaði eisini standardin á undirvísingini positivt. Harafturat er Gordon Conwell ein privatur skúli. T.v.s. hann kostaði dupult so nógv, sum tann almenni, men helvtin av tí, sum Harvard kostaði. Skúlin møtti øllum krøvum, sum allir statir í USA høvdu til at geva heimild til tittul sum psykolog og meira afturat. Serliga var tað starvsvenjingartíðin, sum var meira longri enn á øðrum skúlum. Vit skuldu hava 900 tímar. Sjálv fekk eg mær 1000 tímar í starvsvenjing. Høgi standardurin gjørdi, at næmingar frá Gordon Conwell blivu væl dámdir allastaðni, og høvdu lættari at finna arbeið enn onnur. Harafturat...