Hví leita trúgvandi eftir einum sálarviðgera, sum eisini er trúgvandi?

Fleiri fólk koma til mín, tí tey leita eftir einum kristnum terapeuti. Ein kann spyrja: hvat er tað sum ger, at summi ikki kunnu tosa við ein og hvønn, sálarviðgera? Hvat ger kristna trúgvin við okkum, sum vit ræðast at deila?

Svarið er einkult: summi óttast at blíva innløgd á sinnissjúkrahús, tá tey deila fult út, hvussu tey uppliva andaligu verðina og at kommunikera við skaparan av alheiminum. Men ikki minst tá tey forklára, um hvussu tey uppliva forfylging av ónda andaliga heiminum.

Ok hvat heilt konkret uppliva fólk? Hetta er sera ymiskt. Fólk eru individuell, hvussu tey uppliva Gud og kommunikera við hann. Ofta tað fólk ynskja at sleppa at siga við meg er, at tá tey høvdu tað ringast sálarliga merktu tey Gud tosa við seg. Antin eitt vers kom til tey, ella tey merktu eina heita nærveru, ella tey høvdu ein dreym ella tey hoyrdu eina rødd, sum segði okkurt styrkjandi.

Hetta vísir seg ofta at vera lyklar, sum hjálpa at halda fokus og motivatión og er týdningarmikið at taka við í terapiina fyri at fáa tað betur.

Vit arbeiða so víðari við hesum og takað fyrilit til, “hvat vil Gud tú skalt gera?” Og stuðla so tí. Men eisini veiti eg hjálp til at finna Gud og Guds leiðslu mitt í trupulleikunum.

Hugsaði at nevna ítøkiligt nøkur ting trúgvandi merkja (øll merkja ikki alt):

  1. Tankar koma til okkum uttanífrá, sum kunnu vera vitan um onnur, rættar avgerðir, styrkjandi til onkran, ella boð at gera. Hetta øðiliga ymiskt í hvønn mun og á hvønn hátt fólk uppliva tað. Eisini sæst týðuligur munur á, at fólk sum brúka nógva tíð í bøn uppliva tað meira.
  2. Hendingar í gerandisdegnum verða skilt sum tekin.
  3. Dreymar kunnu ávara okkum og fortelja okkum um framtíðina.
  4. Ein sangur ella eitt vers hongur í høvdinum og passar akkurát inn í okkara støðu.
  5. Sjúka blívur brádliga burtur.
  6. Síggja ljós.
  7. Síggja myndir av tingum sum fara at henda.
  8. Kenna á sær at okkurt ella onkur ikki er trygt.
  9. Hoyra eina rødd í rúminum sum tosar við seg.
  10. Merkja at illimaður vil teimum ilt og altíð liggur framvið.
  11. Síggja inn í andaverðina.

Psykologiin sigur greitt at slíkur hugsunarháttur greinsar til sálarsjúku, og tí kann vera torført at tosa opið um alt hetta við ein sálarviðgera og vænta at vera skiltur og at hetta verður móttikið sum ein styrki. Tí er týdningarmikið at staðfesta hvar greinsan millum sonn kristin upplivilsir og sálarsjúku gongur:

  1. Gud biður teg ongantíð gera skaða á onnur.
  2. Gud biður teg ongantíð gera nakað, sum er mótsigandi við Bíbliuna.
  3. Røtt kristin eru ikki yvirtikin av sjóðnum, sum ræða tey. (Tó undantikið tey sum hava profeta tænastu).
  4. Gud rættar bara uppá eitt ting ísenn við okkum. Hann lærir okkum. Hann heldur ongantíð, at vit eru ræðulig, uttan vón ella vemmilig.
  5. Gud fordømir ongan. Tá menniskju er full av sjálvshaturi ella skuldarkenslu er hetta ikki í trá við okkara trúgv.
  6. At síggja demonir í heilum er ikki ok, og kann fixast í bøn.
  7. Gud tosar identitet við okkum, onnur skilja tað ofta ikki. Men hetta merkir ikki at vit kunnu vera ein reinkarnatión av t.d. Móses.
  8. Gud er altíð fullur av kærleika og behagiligur – eisini um hann er álvarsamur og strangur. Hansara ljós er bjartari enn bjart.
  9. Gud goymir seg ikki sum røddir í høvdinum: ein maður, ein omma ella onkur man ikki kennir. Tá Gud tosar veit tú bara tað er hann.
  10. Til ber at fara til læknan at fáa heilivág.
  11. Í sálarsjúku ella psykosu er nógv ið ikki hongur saman og ikki kann forklárast og psykosan elvir til nógvan ótta hjá viðkomandi. Hetta er ein sterkur mótsetningur til at hoyra Gud.
  12. Sonn profetagáva merkir at 100% gongur út av tí, sum lova er.

Í kognitivari terapi verður tosa nógv um, at tá ein klientur ikki megnar at fáa positiva broyting, kann ein mynd sum standa føst í høvdinum ella persónurin ikki er heilt opin við terapeutin. Tí er sera tídningarmikið at taka trúnna við í terapiinina. Og ikki bert taka hana við men lata hana koma fram sum tær innastu kenslur, sum skapa rættning til sunna sjálvmenning.

Onnur ting sum trúgvin gevur er:

  • Óttin fyri deyðanum nýtist ikki at vera har, tí eftir deyðan er gleði og vón.
  • Vit velja at fyrigeva í lýdni. Og hetta hevur sera positivan ávirkan.
  • Okkara lív fær eina hægri meining.
  • Tá lívið er trupult, ja so hava vit bønina. Á tann hátt eru vit ikki bara offur, men eru still meðan vit vænta og hopa tað besta. Kenslan er góð, at vit hava samband og ávirkan hjá Vor Harra sum kann broyta alt, og vil mær alt gott.
  • Kirkju og samkomulív, ið hevur sera stóra ávirkan á okkum og gevur okkum samstundis eitt netverk at draga av. At áleggja felagsskapinum ábyrgdina fyri sálartrupuleik(a/u)num er tað lættasta at gera, tí so loysir man viðkomandi kanska frá onkrum sárum ella frá onkrum sum gevur teimum ring ráð av og á. Men hetta er ein stórur feilur. Konflikt hondtering má inn í ósemjur eins og fyrigeving. Ja tað er týdningarmikið at síggja hvør stýrir tær og tínum handlingum. Men uttan hetta netverkið verður viðkomandi vinaleysur og á ókendum vatni í nógvar mátar í lívinum. Samstundis kann eitt kvett við eina samkomu merkja eitt kvett við sín besta vin: Gud, og eitt sár til alla familjuna. Nei ein terapeutur eigur at hjálpa tær at navigera í eini meinigheit í so stóran mun sum gjørligt. Men sanniliga eisini at seta spurning við um røddirnar sum ávirka teg samsvara við Guds rødd (sí listan omanfyri).

Um tú so velur at koma til mín og sigur: eg biði, men fái onki svar. Ja so hjálpi eg tær at lurta og spyrja røttu spurningarnir (t.d. Spurningurin: “hví” fær onki svar).

Um tú kemur til mín og sigur: “eg hoyri alt ov nógv og okkurt av tí veit eg samsvarar ikki við Guds orð”, so ber til at rudda í tí man lurtar eftir og loyvir at tosa við seg, ella at vera í nánd av. Hetta hendir sum ein rólig samtala, har tú í samráð við Jesus úttalar greinsur.

Eg eri at hitta á 275878