X

Kommunikatión uttan konflikt í parlagnum

Nógv menniskju sum føla seg álopin leypa automatiskt á aftur. Men, tey leypa ikki á trupulleikan, tey leypa á teg sum persón og tínar eginleikar. Eg kalli tað: samstarv við djevulin, sum er komin at stjala og oyðileggja.

Fyrr plagdi eg altíð at lurta eftir kritikki, og halda hetta var gott, og Gud sum arbeiddi í mínum lívi at forma meg betur. Einaferð kritiseraði onkur, ið eg hevði virðing fyri, meg sundur og saman. Tá viðkomandi endiliga var farin, sat eg bara og ruraði og skalv aftaná. Eg føldi meg sum vemmiligasta menniskja á jørð. Eg fór í bøn til Gud, og spurdi um virkuliga stóð so illa til við mínari heilaggering, og um hann enn elskaði meg. Hann svaraði stillisliga at, tá hann vildi vaksa meg, valdi hann eitt øki, og arbeiddi miðvíst við tí, inntil eg var klár at takað næsta vakstrar stigi, so tók hann næsta evni. Hann sá allar mínar veikleikar, men føldi ikki at hann skuldi peika tá. Hann vil bara at elska meg og gleðast í mær. Hann sá meg slett ikki sum ein samling av feilum. So vísti hann mær, at tað ger Djevulin harafturímóti, og tá fólk blíva ill, kunnu tey gott siga ting sum Djevulin leggur teimum í munnin. Síðani tá havi eg sett mørk um meg sjálvan, hvat eg lurti eftir. Eg tori at siga stopp, rýma, og biðja fólk fara ella tosa ordiligt. Eisini dugi eg at siga: tú særir meg. Tó kemur ofta fyri, at eg frysti, tí álopið kemur óvænta. Tá má eg fara aftaná og fyrigeva ella konfrontera: Hatta sum tú segði særdi meg virkuliga. Tó er sera umráðandi at vit eisini duga at vera átalaði, ella fáa kritikk, sum kann brúkast til nakað. At vit duga at lurta uttan at forsvara okkum. At vit duga at taka til eftirtektar, og duga at tillaga okkum.

Ein háttur sum riggar sera væl, tá vit vera álopin, er at endurtaka teirra kenslur, og tað tey júst hava sagt. Hetta setir líkasum trupulleikan yvir aftur til áleyparin, og vísir samkenslu, uttan at taka tað persónligt. Og uppmuntrar so áleyparan at finna eina loysn. Meir um hetta seinni.

Fólk tora ofta illa at tosa beint fram og biðja um at fáa sínar tørvir møttar. Foreldur siga kanska: um tú ikki gert so ella so, so sleppur tú ikki hatta sum tú bað um. Onnur royna at vísa hinum hvat tey vilja, við at gera tænastur, ella hyggja leingi uppá viðkomandi, ella blívur súrur og venda sær undan, onnur grenja “hví fert tú ikki at gera kjallarin, ongantíð kunnu vit”. Hetta er alt fyri at dekka útyvir, at vit hava brúk fyri hesum ella hasum. Summi fólk mugu biðjast ofta. Sum hin krønikan; um menn sum siga, at um teir hava lova at fixa okkurt, so noyðast vit ikki at minna teir á tað hvørt ½ ár. serliga hava menn verri við at síggja tørvir, sum eru óúttalaðir og hava kanska lættari við at siga nei um teir ikki tíma.

Fólk reagera so ymiskt tá tey eru kedd, fornerma. Ofta hoyrir man at kvinnur siga um ein sjeik, at hann er so deiligur tí hann veit júst hvat man skal siga, tá hon er kedd. Eisini hoyrir man ofta at giftir menn ikki duga at siga tað rætta, ella at hjún slett ikki tosa saman. Onnur rópa og kasta tallerkar – fyri ikki at nevna heimini, har konan gongur við bláum merkjum. Menn tosa um bókina um kvinnuna sum er óendaliga long ella hvussu teir skulu fáa konuna at hava hug til sex. Hesi ting tykjast bara ov fløkjaslig til nógv mannfólk.

Kanningar eru gjørdar av børnum, og tær vísa týðuligt at, sum heild, duga gentur betur, at seta seg inn í kenslurnar hjá øðrum, enn dreingir.

Tó so riggar ikki at at vænta og bíða eftir at okkara menn fara at hoyra okkara tankar og ynskir, sum ikki eru úttala.

Eg plagi at siga við menn at bókin um konuna er best forklára við at spyrja sína egnu konu. Hetta merkir, at tá lagið er gott kann maðurin spyrja: hvussu skal eg reagera tá tú ert súr, hvat segði eg, sum gjørdi teg keddan og hví. Tó merkir hetta at vit kvinnur mugu vera upplýsandi, uttan ákæru ella vreiði. Hetta merkir, at vit mugu bjóða upplýsingar. Eg havi valt sjálv at vegleiða mín mann so hvørt sum trupulleikar hava verið. T.d. eg havi brúk fyri klemm beint nú, ella at tú biður um umbering, ella at tú bara lurtar, ella hvat tað nú er sum best kann hjálpa mær ikki at blíva meira ill/beisk ella at hann skal ræðast mínar kenslur. Trúgv mær – tað er mega synd í nógvum monnum. Teir vita ikki síni livandi ráð. Konan sigur “far vekk”, men meinar kom her.

John Gottman, sum hevur granska nógv um lukkulig hjún, skrivar at: Gransking vísir at menn serliga uppliva at hjarta bankar skjótt og hendurnar sveitta meðan hjún trætast. Tað finnast ymiskir mátar at læra seg at blíva róligur aftur, so eitt par betur er ført fyri at loysa sínar ósemjur. Ein máti er at fara úr rúminum í 20 minuttir og hugsa um okkurt gott, og so koma aftur at tosa saman. Veit eisini um pør, sum fara burturfrá í 2 tímar at hugsa um, hvussu man kann loysa trupulleikan.

Ein annar máti er at læra seg at tosa uppá X,Y,Z metoduna. Ein triði máti er at gera avslappandi øvilsir fyri at sissast. Eitt hjarta sum slær skjótt og sveittutar hendur tíðir uppá ótta. Nógvir menn føla hug til at berjast og at sláa; tí velja teir ofta at rýma. Tað er skilligt at fólk reagera við at vilja berjast, flýggja ella frysta í einari trætu. Gottman sigur at tað hjálpir manninum væl, um konan er rólig og ikki áleypandi, og um bæði klára at halda fokus á trupulleikan.

X,Y,Z er at siga: Tá tú… Føli eg at… tí at… t.d. tá tú kemur heim kl. 20 uttan at ringja og siga tú verður seinur, gerist eg bangin og kedd, tí døgurðin er klárur, eg eri einslig og hugsi tú leggur onki í meg.

Hetta er ístaðin fyri at siga: tú kemur altíð ov seint. Kemur tú nú døllandi. Sig mær hvussu daman eitur, ella tøgn og lúnur.

Vit eiga at viga tingini og vera fyrigevandi og yvirberandi, men samstundis eisini duga at meta um hetta fer at irritera okkum uppá longri sikt. Um ja, so er gott at snakka um tað. 3. Mós. 19:16-18. Vit mugu ikki spilla fólk út, ei heldur ganga og hava ilt av hesum og hasum, nei vit skulu hava at, tí vit skulu elska. Mangan mugu vit hava at/konfrontera, fyri at sleppa frá útspilling, og sárum í hjartanum. Hetta er ringt at gera og eymt at tosa um, og kann vekja nógvan ótta hjá teim flestu. Tó um Bíblian sigur tað, so er onki ivamál.

Tá tosa verður, eigur fokus altíð at vera uppá tær bleytu kenslurnar. Hetta er sannheit eisini tá talan er um vreiði. Í vreiði er altíð ein onnur kensla undir, og tá vit konfrontera er tað ikki lov at siga vreiði: ístaðin er lov at siga: kedd, bangin, sáraður, skuffaður, einsligur, ynski nærleika, longsul, sorg, stress, ovbyrða, lús millum tvær negl, og nógv annað. Orð skulu setast á kenslurnar. Allar kenslur sum draga nærri og byggja brýr eru góðar at nevna. Her er eisini væl lov at siga okkurt sum ikki følist heilt rætt, tí man bara hevur hug at siga dansandi, rasandi illur. Men velur at siga: ordiliga kedd…

Dømi um hetta er t.d. at siga: tá tú brúkar so nógv tíð uppá hobby, leingist eg eftir tær, og føli meg valdan frá. Er nakað hugskot, hvussu vit kunnu brúka meira tíð saman. Kann eg t.d. praktisera hobby saman við tær.

Í einari konfrontatión liggur altíð fyrst eitt fokus. T.v.s. frá at vita hvat ein er illur um, má alt umformulerast til hvat vil eg hava burturúr/uppnáða. Og so hvussu er hetta eitt positivt boð um nærleika. Endamáli er ongantíð at leypa persónligt á nakran. Tað handlar á ongan hátt um persónligheitir ella vanar. Tað handlar um okkara greinsur – greinsur fyri nær vit gerast sárðaði, ill ella fjentlig.

John Gottman setti fleiri pør í eina íbúð har onnur síðan var spegl á aðrari síðuni og rútur á hinari síðuni. Hetta var ein roynd at finna, hvat slag av samtalu lukkulig pør høvdu. Eisini vildu teir kunna forútsiga hjúnaskilnað útfrá gerandissamrøðum. Teir blivu bilsnir av tí teir komu fram til. Teir væntaðu at pørini sum tosaðu mest um djúp innarlig ting vóru mest væl. Hetta vísti seg slett ikki at vera sannheit. Tað vóru pørini, sum dugdu best at tosa um alt, sum vóru glaðast. Hetta merkir at annar tók eitt tilvildarligt yvirfladist evni upp og hin dugdi at snakka við og leggja okkurt afturat.

Eisini funnu teir 3 sløg av samtalu:

  1. At taka av einum upplegg til samtalu.
  2. At svara ljótt aftur til eitt upplegg
  3. At ignorera eitt upplegg til samtalu.

Teirra gransking vísti at pørini, har annar svaraði ljótt aftur, vóru ikki lukkulig, men hildu saman. Har skuldi so ræðuliga nógv til, fyri at man fór frá einum óbehagiligum partnara. Tó við pørunum, har annar igoreraði hin var hjúnaskilnaður rættuliga sikkur. At ignorera merkti ikki at vísa nakra kenslu, heita ella kalda, ikki ein gang sjokk ella sorg. Teirra niðurstøða var at vit menniskju, eins og børnini, hava brúk fyri uppmerksamheit, og taka gjarna við negativari uppmerksamheit, um positiv ikki er tilstaðar.

Hetta við negativari uppmerksamheit er væl kent millum børn. Man brúkar somu metodu til børn, sum til parterapi. At loyva børnunum at hava sínar negativu kenslur uttan at føla seg álopnan. At endurtaka kensluna og orðini tey siga, fyri at vísa samkenslu. Og so vegleiða tey til at finna eina loysn heldur enn at avvísa, og fortelja teimum at tey føla skeivt. Tað sum vit føla, tað føla vit, og tað er okkara sannleiki. Ofta gerast vit sum børn føst í einari kenslu, tí vit fáa at vita at vit eiga ikki at reagera soleiðis. Tá vit ikki síggja eitt betur model, ella ikki duga at hugsa tað sjálvi, so blíva vit fæst læst. Persónligt dømi, var tá vit opnaðu jólagávur, og mær ikki dámdi gávuna. Eg bleiv ill, so blivu hini ill, og so helt tað áfram næstan til eg bleiv vaksin. Fyrst lærdi eg meg, bara at siga takk, og vera kedd innantanna. Inntil eg lærdi at biðja Gud signa jólagávurnar, og byrja at siga hinum, hvat eg yngsti mær. Tað kann vera sera ringt at lata børn hava negativar kenslur, tí tað kennist flovisligt, ella persónligt áleypandi. Eisini eru vit uppvaksin í familjum við fult av ósøgdum reglum. Hetta kann gera at vit reagera automatiskt. Tá er umráðandi at gera sær stóran ómak leingi at leggja sær ein nýggjan vana. Hetta hjálpir eisini væl børnum sum stríðast nógv við vreiði, so tey kenna seg hoyrd, og skild – ístaðin fyri avbyrgd og einsamallan við sínum keðiligum kenslum.

At lurta væl eftir hvør øðrum er sera umráðandi. At hoyra makan. At lurta ger man við at endurtaka hvat makin sigur, men leggja dent á kenslurnar. Lurta væl, og endurtak høvuðspunktini og legg dent á kensluna. Vit gerast ofta minni ill, tá vit kenna okkum hoyrd. Eisini er týdningarmikið at halda okkum til evni og ikki fara av sporinum.

Eisini tá vit tosa við mannfólk er umráðandi at minnast til, at teir eru sera skjótir at føla seg ákærdar. Tá tú uppdagar, at tín maður fer í forsvar, ber altíð til at toga í land aftur og siga: “Tað var ikki meiningin at vera áleypandi. O góðasti.” So kann man aftur skifta fokus og siga vit mugu finna eina loysn til hendan trupulleikan. “Og eg havi brúk fyri tínari hjálp.”

Nógv fólk eru sera skjótt til at føla seg álopin, onnur skifta evni, ella hefta seg í onkran óviðkomandi smálut. Tá er sera gott at duga lækka tempoði og volumuna, og so varliga hjálpa viðkomandi. Fyrst við at siga, eg hoyri hvat tú sigur (og endurtaka høvuðspunkti og kensluna), men tá eg byrjaði hesa samrøðuna, vildi eg vit skuldu tosa um hetta og finna eina loysn saman.

Related Post