Ein klientur kom til mín við tunglyndi og angist. Viðkomandi var sjúkrameldaður frá arbeiðinum, og føldi seg fysiskt veikan í kroppinum. Læknin metti at fysisku árinini vóru psykisk og sendi hann til fysioterapi og sálarrøkt. Viðkomandi føldi seg avbyrgdan og stríddist við tankar um skaða á seg sjálvan og onnur. At síggja til var andliti kensluleyst og vónleyst.
Komin at tosa meira um tingini bleiv greitt at viðkomandi hevði havt ein harðan uppvøkstur bæði heima við hús, í skúlanum og í ungdóminum.
Vit arbeiddu við taluterapi, við tunglyndi og angist. Viðkomandi bleiv sendur til lækna at fáa heilivág, og víðari sendur til psykiatrisku deild til eina nágreiniligari meting. Hann royndi medisin í 2-4 vikur, men gavst, tí honum dámdi ikki, at hann ikki kendi seg sjálvan: allar kenslur blivu minni, bæði góðar og ringar.
Klienturin gavst við medisininum og fekk hann eina ordiliga ringa viku, har alt var óvanliga tungt og ótrygt. Tá valdu vit at leggja nýggjan leist og arbeiða við fyrigeving. Klienturin var onki serliga áhugaður í at fyrigeva, men játtaði. Hann hevði ein langan lista. Vit prøvaðu fyrst eitt ting at fyrigeva saman. Klienturin brúkti sín egna máta at viga upp um tingini kundu fyrigevast. So fór viðkomandi heim og fyrigav heima sjálvur, alt uttan einum persóni. Hetta seinasta føldist ikki trygt at fyrigeva. Næstu fer klienturin kom til terapi, var andlitið ljóst og fult av úttrykkum. Nú vóru næstan ongir tankar um at skaða onnur ella seg sjálvan. Um tankarnir komu, vóru teir lættari at ignorera. Nú kendist alt lættari og vónríkari. Kroppurin kendist sterkari og hann fekk enntá hug at arbeiða yvirtíð onkrar dagar. Onkursvegna var eisini lættari og meira sjálvsagt, at vera vinur og lova øðrum at gerast vinir við seg. Hetta var júst, sum ein stór byrða var farin av hansara herðum. Onkrar vikur hava veri tyngri enn aðrar, men sum heild er ein radikal broyting hend bæði í sinn og skinn. Og vendipunkti var fyrigevingin.
(Skriva við loyvi frá viðkomandi).