Upplæring til verju yvir okkara børn móti happing og kynsligum ágangi

Vit menniskju reagera ymiskt uppá vandar. Sálarfrøðin bólkar okkum í 3 ymiskar reaktiónir, tá vit gerast bangin: 1. Fight, 2. Flight, 3. Freeze. Á føroyskum: 1. Berjast, 2. Rýma, 3. Frysta.

  1. Berjast. Hetta merkir t.d. at vit svara aftur um onkur gongur okkum ov nær. Ella at vit sláa aftur tá vit vera sligin. Hetta kann eisini merkja, at vit sláa, tá vit føla okkum særd. Hetta er serliga tá vit eru smá børn. Hesin hátturin riggar ikki altíð og kann gera at fólk av ymiskum slag ynskja at vit skulu vera sligin. Eisini kann hesin mátin tykjast sárandi fyri onnur. Hetta kann hjálpa okkum at taka upp avbjóðingar, og vinna á teimum. Hesin kann gera okkum til happarar, men sanniliga eisini til tann, sum torir at steðga happing.
  2. Rýma. Hetta merkir, at vit rýma, tá okkurt er óbehagiligt. Nógvar kvinnur fortelja, at teirra maður rýmir, tá tær konfrontera teir. Gransking vísir at menn rýma, tá teir merkja, at teir ikki ynskja at berjast, men føla seg alsamt illari (Love & Respect, Eggerichs, 2004). Hesin hátturin kann koma sera væl við, tá vit møta einum vandamiklum djóri í flestu støðum. Í happing kann hetta merkja, at vit ikki taka lut, men heldur taka okkum úr bólkinum, sum happar hini.
  3. Frysta. Hetta merkir, at vit frysta, tá vit gerast bangin. Hetta merkir, at vit standa still og gera onki inntil vandin er av. Hetta kann koma sera væl við tá vit møta einum hávi ella einari slangu, sum reagerar uppá rørslu. Í happing kann hetta merkja, at vit ikki tora at tala at happing og ei heldur at verja okkum.

Fólk, sum rýma ella frysta, eru kanska roknað sum fittari lagaligari og lættari at vera saman við. Kanska tí tey sum oftast ikki eru særandi. Ofta hava tey nógvar vinir, tí tey eru ein góður vinur. Tey sum berjast fáa ofta nógva respekt, men ikki altíð nógvar vinir.

Gransking um happing vísir, at tey sum happa leita eftir onkrum, sum ikki forsvarar seg.

Gransking um kidnapping og sexuel álop vísir eisini at álopsmaðurin leitar eftir onkrum, sum ikki er uppá vakt, og sum ikki berjist ímóti, so álopið skal vera so lætt, sum gjørligt.

Tá gentur vera lærdar at fyribyrgja, at blíva offur fyri slík álop og læra sjálvverju, verður ofta sagt: um onkur gongur aftanfyri teg, vend tær við og hygg viðkomandi beint í eyguni og spyr ein spurning t.d. hvat er klokkan? Gang skjótt, og málrættað. Um tú hugsar um hesi tingið, so er hetta mest atferð sum ein persónur sum berjist ger. Eg síggi í hesum, at vit eiga at demonstrera fyri møguligum álopsmonnum, at vit ikki eru eitt lætt offur. Tá vit hyggja teir í eyguni, so kunnu vit eisini vitna móti teimum og kenna teir aftur. Fleiri velja, at lata síni børn læra sjálvverju, so tey duga at leypa á, og hava tað innlært í systemið til eina neyðstøðu.

Gransking um eldsløkking vísir at fólk náttúrligani fáa panikk og handla ikki rætt í einari neyðstøðu. Tí er sera neyðugt umborð á skipið og í stórum bygningum, at starvsfólk eru trenað til neyðstøður, so tey kunnu flyta seg úr sínari náttúrligari reaktión og yvir í automatiseraðu venjingina.

Tá eg var á skeið í PE (Prolonged Exposure Terapi til trauma) á Landssjúkrahúsinum á heysti 2016. Har lærdu vit, at flestu offur, sum fáa terapi fyri trauma, kynsligan ágang ella harðskap, stríðast nógv við skuldarkenslu, tí tey ikki hava megna at steðga tí sum hendi. Okkara arbeiði, sum terapeutar, blívur at finna og fanga skuldarkensluna, hjálpa teimum at steðga hesum og umfevna seg sjálvan. Sum meginregla er onki, tey kundu havt gjørt.

Tá eg hyggi eftir video á YouTube um happing er eitt sum eg býti merki í: ofrið liggur niðri og heldur um sín kropp ella høvd. Hetta byrjar við fyrsta slag: ofrið leggur seg niður og roynir als ikki at rýma ella vísa vreiði. Ofrið frystir helt týðuligt og bíðar, til hini eru liðug at happa. Í meðan liggur væl fyri, hjá hinum at vera respektleys og ónd, so leingi teimum lystir.

Frágreiðingar frá Kris eru fantastiskar. Eg havi stóra virðing fyri kvinnunum, fyri teirra dirvið at fortelja sannleikan og krevja rætt aftaná. Tó býti eg merki við her og aðrastaðni á alnótini, at kvinnurnar ofta frysta, meðan álopsmaðurin ger seg kynsliga inn á tær. Sanniliga eru eisini nógvar søgur um kvinnur sum berjast og missa lívið ella vera sera illa viðfarnar. Í nógvum av søgunum eru fleiri menn móti einari kvinnu. Eisini vita vit øll, at ein maður vanliga er hægri, tyngri og hevur størri vøddamassa enn ein kvinna. Og náttúrliga uttan serliga venjing í sjálvverju klárar ein kvinna ikki at berja ein mann av sær.

Tá vit ynskja at tora okkurt, sum vit eru blivin bangin fyri, kunnu vit venja eins og til brandvengin at konfrontera ella at handla rætt. Dømir um hetta kann vera at stýra hestinum tá hann loypur avstað ella at hyggja hundin í eyguni og ljóða strang, so hann aktar. Hetta er eitt sera gott amboð til at yvirkoma ótta.

Tá vit samla allar hesar upplýsingar saman, meti eg eisini, at vit kanska kunnu brúka hesa metoduna í okkara skúlum og heimum til at læra børn, at verja seg fyri happing eins væl og kynsligum ágangi, tá tey eru heilt ung. Og her tosi eg ikki um sjálvverju amboð, sjálvt um tey eru góð. Eg tosi um at læra børn at hyggja hvønn annan beint í eyguni, tá onkur er óbehagiligur, og ikki goyma eyguni. At læra børn at siga frá: bæði at biðja happarin steðga og biðja um hjálp frá einum vaksnum. Men eisini at motivera hini til at seta trýst á happarin. Men mest av øllum vil eg inn á hetta: vit áttu at lært okkara børn at reist seg upp aftur, tá tey vera sligin ella skumpa, og helst at sleppa sær undan. Eisini kunnu vit læra okkara børn at hyggja álopsmannin beint í eyguni. Um tað eru fleiri, so uppá ein í senn.

Vit kunnu eisini at vit arbeiða aktivt sum foreldur við, at læra tey ikki at vera offur, ella at føla seg sum offur. Vit kunnu halda fokus á, hvussu røsk tey eru, og ikki á, hvussu synd tað er í teimum. Hetta er ein javnvág, tí sjálvandi skulu vit vera hjartalig, eym og umfevnandi, tá tey fáa ilt ella eru illa viðfarin. Vit kunnu eisini hjálpa teimum at síggja, hví tey eru sára og av hvørjum. Tá vit tosa við tey um at blíva sára, læra vit tey eisini hvar markið gongur. Og sum regul, tá børn eru smá og lagalig av lindi gongur markið, har sum vit seta hana – ikki børnini. Vit sum vaksin seta markið, hvat er ok og ikki.

Og viðvíkjandi kynsligum álopum eiga vit at læra okkara børn, hvat er ok og ikki. T.v.s. vit tosa serliga við okkara gentur um, at tað er ok at biðja dreingir steðga, meðan vit hyggja teir beint í eyguni og flyta teirra hond burtur, rópa um hjálp og siga hart, hvat hann ger. Okkara gentur og dreingir eiga at tora at siga, hvat teimum ikki dámar og standa fast við tað. Vit læra okkara børn, at teirra likam er dýrabart og vakurt. Likamið er ætla til at liva í æru og reinleika, sum ongin hevur rætt at taka frá okkum. Um onkur roynir, er tað í lagið at blíva passaliga illur og handla uppá tað.

Tað er sera vanligt hjá mær at møta menniskjum, sum hava verið illa viðfarin og uppliva, at tey bresta í vreiði av og á. Aftaná kunnu summi uppliva, at tey ræðast sína egnu vreiði. Onnur uppliva at tey vinna stórar sigarar í vreiðini, og fara at dáma tað. Vit sum vaksin kunnu lofta hesum og læra børnini at vera avgjørd, strang og konfronterandi uttan vreiði ella harðskap. Hetta er venjing umaftur og umaftur. Hetta má roynast í tryggum umstøðum við børnunum. Tey skulu ideelt hoyra tað forklára, síggja tað og prøva tað inntil tað kemur náttúrligani.