Rós um útbúgvingina

Havi lisið í USA á Gordon Conwell Theological Seminary. Masters in Counseling. Universiteti bleiv m.a. grundlagt av Billy Graham. Skúlin lá ein tíma norðan fyri Boston. (Harvard lá tætt við).

Stovnarin av “Counseling department” undirvísti á Harvard í 18 ár áðrenn kom til Gordon Conwell. Sjálv fekk eg bólka supervisión frá hesum professaranum. Hann ávirkaði eisini standardin á undirvísingini positivt. Harafturat er Gordon Conwell ein privatur skúli. T.v.s. hann kostaði dupult so nógv, sum tann almenni, men helvtin av tí, sum Harvard kostaði.

Skúlin møtti øllum krøvum, sum allir statir í USA høvdu til at geva heimild til tittul sum psykolog og meira afturat. Serliga var tað starvsvenjingartíðin, sum var meira longri enn á øðrum skúlum. Vit skuldu hava 900 tímar. Sjálv fekk eg mær 1000 tímar í starvsvenjing.

Høgi standardurin gjørdi, at næmingar frá Gordon Conwell blivu væl dámdir allastaðni, og høvdu lættari at finna arbeið enn onnur. Harafturat skulu allir næmingar á Gordon Conwell, sum velja at lesa psykologi taka 4 ymiskar royndir, sum kanna fyri sálarsjúkur, persónligheits órógv, og persónliga styrki at fara undir pressið av lesnaðinum. Hetta tryggjar eisini klientin, sum fær góða viðger.

Útbúgvingin tók 3 ár. Og svarar til eina psykolog útbúgving í DK uppá 5 ár. Tí bæði mongdin at lesa, krøv til hvørja lærugrein, væl av lærugreinum, innlatingar, longdir á uppgávum, og tíðin at gera tað uppá, var sera nógv (minst líka nógv sum í DK). Ístaðin fyri 2 semestur um ári, sum í Danmark, vóru tað 3, og Amerikanarar loyva, at man tekur upp til 5 lærugreinar hvørt semestur, meðan man í DK tekur 3. Hetta merkir at fyrstu vikuna stóð eg eina próvtøku til “pass/fail”, síðani 3 lærugreinar um heysti, eina lærugrein í Januar, 4 lærugreinar um várið, so aftur 3 lærugreinar um summari. Tilsamans 12 lærugreinar innan eitt ár. Hetta er tað sama sum øll mín bachelor útbúgving, ið eg tók uppá 4 ár sum sjálvlestur. Tilsamans tók eg 32 lærugreinar yvir 3 ár. Hetta er umleið 40.000 síður av lesnaði. Minnist serliga einaferð aftaná próvtøku, var tað løgi at hoyra mínar egnu tankar aftur eftir so nógv var inntikið av vitan. Eg fekk eisini sera gott próvtal, sjálvt um hetta ikki var mítt móðurmál eg las á. Tíverri kann ein bara kalla seg psykolog í Føroyum/Danmark, um man hevur tikið júst somu lærugreinar, sum tey 3 universitetini í Danmark bjóða til psykologi lesandi. Tó er mín útbúgving javnsett við eina danska kandidat innan sosialarbeið, gudfrøði, psykologi og annað. Tískil kalli eg meg familjuterapeut. Mínir røttu titlar eru: Bachelor í Bíbilskari ráðgeving, MA in Counseling: 1. Til einstaklingar, 2. Til pør og familjur.

Havi mest valt lærugreinar um trauma og ung/vaksin fólk. Mær dámar sera væl at arbeiða við fólki sum hava uppliva harðskap, kynsligan ágang og manipulatión. Fólki sum hava fleiri persónligheitir, PTSD og fólki sum hoyra røddir, ella síggja fyri sær. Ella fólki sum stríðast vegna ringa viðferð frá átrúnaðarligum felagsskapum, ella sum sjálvi føla fylgjur, av at hava fingist við tað yvirnatúrliga.

7 av lærugreinunum á MA vóru innan gudfrøði. Hetta vóru “Gjøgnum gongdir av Bíbliuni”, læra um ymiskar “Kirkjudoktrinir”, læran um” Jesus í Gamla testamenti” og “Persónurin Jesus í Nýggja testamenti”, og “Kirkjusøga”. Harafturat tók eg 2 lærugreinar um, hvussu gudfrøði og psykologi kann samantvinnast, og um hvussu torførir spurningar um sorg og pínu kunnu svarast. Hetta ger meg føran at undirvísa í samkomum á nógvan ymiskan hátt, men eisini uttanfyri til almenn tiltøk.

Harafturat skal sigast at Gordon Conwell undirvísir sera objektivt um doktrinur eins væl og viðgerðarhættir. Hetta merkir, at hvør næmingur fær eina breiða opna fatan av ymisleika í menniskjanum, og er tilreiðar at møta og hjálpa øllum.

Onnur skeiðir sum eg fekk meðan eg las í USA:

  • “Prepare and Enrich”: tekur pør gjøgnum internet evalueringar av hvar tey eru ymisk og lærir tey ymiskar eginleikar tey mangla fyri betur nærleika.
  • “Sozo”: Ein blanding av ymiskum kristnum terapium, flætta saman til visualiseringar og sansaupplivingar. Ein sera sterkur formur av terapi, har fólk uppliva stórar broytingar og lekidóm.

Hóast eg havi lisið nógv gudfrøði, so havi eg eisini eina vanliga psykologiútbúgving við hollari vitan um trauma, familju, pør og nógv annað.

Eg taki móti: einstaklingum, pørum ella bólkum. Og vil eisini gjarna undirvísa ymsastaðni. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við meg at finna grøðing. Mítt ynski fyri teg, er at tú skalt blomstra.