X

Um meg

Bjarta Petersen

Útbúgving og starvsroyndir

Master of arts of Counseling, familju- og parterapi og einstaklingsviðgerð frá Gordon Conwell Theological Seminary USA 2013.
Javnmett av Psykolognævnet til at vera kandidatútbúgving.
Bachelor of Arts í bíbilskari ráðgeving frá Trinity College of the Bible USA 2007.

Skeið

  • Prepare and Enrich
  • Skab det ekte ekteskab
  • Sozo Basic
  • Sozo Edvanced
  • Educational Sozo

Royndir

Havi verið 4,5 ár umborð á Operation Mobilisation skipunum Logos II og Logos Hope sum trúboðari, saman við manni og børnum. Arbeiddi sum ráðgevi við ungum menniskjum umborð á Logos Hope í 1 ár. Hevði egna praksis í 2010 í nakrar mánaðir millum missión og víðari lesnað.

Starvsvenjing:

  • NEBH, Salem: Emergency Services. 300 tímar at eygleiða, meta um og sjúkuavgera viðskiftafólk í sálarligum kreppum, og síðan senda tey til best hóskandi viðgerð.
  • NEBH, Salem: Outpatient: 300 tímar í sálarviðgerð fyri einstaklingar, bólkar o.a.
  • NEBH, Salem: CCS, 300 tímar á stovni, har eg m.a. leiddi bólkar í sjálvhjálp.

Eg havi holla vitan um

Parterapi eins væl og sexologi.
Vanliga einstaklingaterapi.
Trauma, harðskap, røddir, fleiri persónleikar o.a.
Kristnu trúnna og ymisk sløg av terapi við støði í kristnu trúnni.