Ymiskar psykosir/skitsofreni eru staðfestar. Nógv fólk uppliva at hoyra fyri sær einaferð, ella at veruleikin tikist forvrangaður eina løtu. Hetta er ikki psykosa. Skitsofreni er bert um viðkomandi hoyrir javnan rødd/røddir/óljóð, ella sær fyri sær innan ein ½ ára tíðarskeið ella longur. Tað er ein heil verð av ymiskum tilstandum innan hetta heiti. Hetta kann hanga saman við alkoholum, stoffum, trauma, andadýrkan, arvaligheit, depressión, angist og annað. Sverheitsgradirnar eru eisini heilt ymiskar millum klientar. Summi vita nær og hví, meðan onnur halda seg vera Jesus sjálvan. Summi uppliva sum alt gerst óveruligt, sum um tey eru uttanfyri sín egna kropp. Onnur uppliva tað sum onkur vil sær ilt, meðan onnur uppliva tey tosa við ommu sína. Eg eri sera áhuga at arbeiða við menniskjum, sum hoyra røddir, ella síggja fyri sær sum eitt úrslit av trauma, andadýrkan, ella arvaligheit. Tey sum eru heilt illa fyri, rigga helst betur innan tær tryggu rammurnar av LHS.
Viðgerðin fyri omanfyristandandi er treytað av hví trupulleikin er fyrikomin.